Tænastur
 
Umframt alt tað vanliga arbeiða, ið fer fram á sjúkrahúsinum, og sum greitt er frá runt um á heimasíðuni, so veitir sjúkrahúsið/røktarheimið eisini aðrar tænastur.
 
Goymslan
Goymslan hevur allar tær vanligu nýtsluvørurnar á hyllunum, ið nýttar verða á sjúkrahúsinum. Kommunulæknar, tannlæknar, vistarheim, sambýlini og eisini einstaklingar, keypa sínar vørur úr goymsluni á sjúkrahúsinum.
 
Eftir ávísing frá kommunulækna ella øðrum lækna
Serkost út av húsinum
Goymsluvørur
Døgn blóðtrýstmáting
Blóðrenslkanningar
Injektiónir, t.d. B12 vitamin
 
SAHVA
Sum ein liður í ortopedisku viðgerðini, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús fast samband við bandagist og ortopediskan skómakara frá fyritøkuni SAHVA. Hesir vitja regluliga á sjúkrahúsinum.
 
Dagtilhald
Nýstovnaða dagtilhaldið fyri minnisveik, heldur til í hølunum har Ítriv áður helt til.
 
Artharmonia
Klaksvíkar Sjúkrahús er karmur um virksemi hjá fyritøkuni Artharmonia, ið hevur planlagda móttøku og viðgerð innan plastiska skurðviðgerð. Sí teirra heimasíðu her.