Tænastur
|
Umframt alt tað vanliga arbeiða, ið fer fram á sjúkrahúsinum, og sum greitt er frá runt um á heimasíðuni, so veitir sjúkrahúsið/røktarheimið eisini aðrar tænastur. Goymslan Goymslan hevur allar tær vanligu nýtsluvørurnar á hyllunum, ið nýttar verða á sjúkrahúsinum. Kommunulæknar, tannlæknar, vistarheim, sambýlini og eisini einstaklingar, keypa sínar vørur úr goymsluni á sjúkrahúsinum. Eftir ávísing frá kommunulækna ella øðrum lækna Serkost út av húsinum Goymsluvørur Døgn blóðtrýstmáting Blóðrenslkanningar Injektiónir, t.d. B12 vitamin SAHVA Sum ein liður í ortopedisku viðgerðini, hevur Klaksvíkar Sjúkrahús fast samband við bandagist og ortopediskan skómakara frá fyritøkuni SAHVA. Hesir vitja regluliga á sjúkrahúsinum. Dagtilhald Nýstovnaða dagtilhaldið fyri minnisveik, heldur til í hølunum har Ítriv áður helt til. Artharmonia Klaksvíkar Sjúkrahús er karmur um virksemi hjá fyritøkuni Artharmonia, ið hevur planlagda móttøku og viðgerð innan plastiska skurðviðgerð. Sí teirra heimasíðu her. |
|