Sjúkrarøktarfyrisitingin

 

Telefon 40 46 06

Telefaks 45 78 24

 

Telefontíðir yrkadagar millum kl. 09 - 15

 

Fyristøðukvinna er  Jona Nielsen 40 46 06

 

Skrivarar eru  Karin Absalonsen 40 46 07

Jórun Laksafoss 40 46 07     

 

Sjúkrarøktarfyrisitingin liggur á 1. hædd í Starvsfólkahúsunum – sunnara inngongd

 
                      

 

 
     
   

Sjúkrarøktarfyrisitingin tekur sær av øllum fyrisitingarligum spurningum, sum viðkoma sjúklinginum, brúkarum og borgarum annars. Hettar er m.a.:

 

·       tann dagliga skrásetingin av sjúklingum sum blíva innlagdir og útskrivaðir

·       móttaka, skráseta og skipa innleggingarseðlar

·       svara fyrispurningum viðvíkjandi innleggingarseðlum

·       innkalla sjúklingar í samráð við yvirlæknar og gera yvirlit til deildirnar

·       syrgja fyri at avboð frá sjúklingi verða givin avvarðandi deild

·       gera hagtøl fyri hvønn dag, hvørt kvartal og fyri árið

·       tá sjúklingar skulu yvirflytast til onnur sjúkrahús innan- ella uttanlands, bíleggja vit flutning og geva boð til avvarðandi (røktarstarvsfólk) fyristøðukvinnu ....

·       tá sjúklingar skulu yvirflytast til Klaksvíkar Sjúkrahús móttaka vit boð um hettar og boða avvarðandi lækna og deild frá

 

 

Tá sjúklingar skulu til serviðgerð uttanlands taka vit okkum av fylgjandi uppgávum:

 

  • móttaka og skráseta tilráðing (tilmæli) og veðhald til viðgerðarstaðið
  • svara fyrispurningum frá sjúklingum og avvarðandi
  • hava samskifti við viðgerðarstaðið
  • móttaka innkallan
  • geva boð til sjúklingin tá dagur er ásettur til innleggjan ......
  • bíleggja ferðaseðlar
  • syrgja fyri plássi til gisting áðrenn og eftir viðgerð
  • útfylla øll neyðug skjøl í samband við flutning og viðgerð/innleggjan
  • bíleggja passandi flutning til og frá flogfari
  • syrgja fyri møguligum fylgjara

 

 

 

Ì samband við andlát:

·         geva vit boð til avvarðandi myndugleikar og tryggja at øll neyðug skjøl verða útfylt

·         samskifta við tey avvarðandi

·         samskifta við deildina og portørar viðvíkjandi líkverju, kistu og andakt

·         samskifta við portørar og røktarstarvsfólk um nær líkið fer úr kapellinum

 

 
     
 
 
VIÐGERÐ UTTANLANDS:
 

Skrivstovan hjá fyristøðukvinnuni bíleggur

ferðaseðlar, innivist og neyðugan flutning til

og frá flogfari.

 

Tá tygum hava fingið innkallingarbræv, ella

hava fyrispurningar viðvíkjandi at tygum eru

ávístur til sjúkrahús uttanlands, skulu tygum

ringja til skrivstovuna hjá fyristøðukvinnuni

á tlf. 40 46 06 – 40 46 07 millum kl. 09.00 – 15.00

har tygum fáa fleiri upplýsingar.

Sí annars vegleiðing um sjúklingar, ið fara

uttanlands til kanning og viðgerð.