Sjúkrarøktarfyrisiting

Telefon 40 46 06
Telefaks 45 78 24

Telefontíðir yrkadagar millum kl. 09 - 15
Fyristøðukvinna er  Jona Nielsen 40 46 06
Skrivarar eru  Karin Absalonsen 40 46 07
Jórun Laksafoss 40 46 07    

Sjúkrarøktarfyrisitingin liggur á 1. hædd í Starvsfólkahúsunum – sunnara inngongd

Sjúkrarøktarfyrisitingin tekur sær av øllum fyrisitingarligum spurningum, sum viðkoma sjúklinginum, brúkarum og borgarum annars. Hettar er m.a.:

  • tann dagliga skrásetingin av sjúklingum sum blíva innlagdir og útskrivaðir
  • móttaka, skráseta og skipa innleggingarseðlar
  • svara fyrispurningum viðvíkjandi innleggingarseðlum
  • innkalla sjúklingar í samráð við yvirlæknar og gera yvirlit til deildirnar
  • syrgja fyri at avboð frá sjúklingi verða givin avvarðandi deild
  • gera hagtøl fyri hvønn dag, hvørt kvartal og fyri árið
  • tá sjúklingar skulu yvirflytast til onnur sjúkrahús innan- ella uttanlands, bíleggja vit flutning og geva boð til avvarðandi (røktarstarvsfólk) fyristøðukvinnu ....
  • tá sjúklingar skulu yvirflytast til Klaksvíkar Sjúkrahús móttaka vit boð um hettar og boða avvarðandi lækna og deild frá

Tá sjúklingar skulu til serviðgerð uttanlands taka vit okkum av fylgjandi uppgávum:
  • móttaka og skráseta tilráðing (tilmæli) og veðhald til viðgerðarstaðið
  • svara fyrispurningum frá sjúklingum og avvarðandi
  • hava samskifti við viðgerðarstaðið
  • móttaka innkallan
  • geva boð til sjúklingin tá dagur er ásettur til innleggjan ......
  • bíleggja ferðaseðlar
  • syrgja fyri plássi til gisting áðrenn og eftir viðgerð
  • útfylla øll neyðug skjøl í samband við flutning og viðgerð/innleggjan
  • bíleggja passandi flutning til og frá flogfari
  • syrgja fyri møguligum fylgjara

Ì samband við andlát:
  • geva vit boð til avvarðandi myndugleikar og tryggja at øll neyðug skjøl verða útfylt
  • samskifta við tey avvarðandi
  • samskifta við deildina og portørar viðvíkjandi líkverju, kistu og andakt
  • samskifta við portørar og røktarstarvsfólk um nær líkið fer úr kapellinum

VIÐGERÐ UTTANLANDS: 
Skrivstovan hjá fyristøðukvinnuni bíleggur ferðaseðlar, innivist og neyðugan flutning til og frá flogfari.

Tá tygum hava fingið innkallingarbræv, ella hava fyrispurningar viðvíkjandi at tygum eru ávístur til sjúkrahús uttanlands, skulu tygum ringja til skrivstovuna hjá fyristøðukvinnuni á tlf. 40 46 06 – 40 46 07 millum kl. 09.00 – 15.00 har tygum fáa fleiri upplýsingar.

Sí annars vegleiðing um sjúklingar, ið fara uttanlands til kanning og viðgerð.

 
Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 Klaksvík • Tlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • ks@ks.fo ⇧ Til toppen