Sjúkrahúsleiðsla Samband við Klaksvíkar Sjúkrahús  
  Søgan Samband við starvsfólk  
    Virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi  
     
     
     
 
Samband við Klaksvíkar Sjúkrahús
 
Klaksvíkar Sjúkrahús           
Sniðgøta 1  
700  Klaksvík      
 
Umstilling til allar deildir:       45 45 45 
Telefax á skrivstovuni:          45 73 63                                                  
Teldupostur:                       
 
     
     
 

 

Sjúkrahúsleiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

 

 

Leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er trýdeild leiðsla við umsjónarmanni, yvirlækna og fyristøðukvinnu.

 

Hesi mannað leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi:

                                           

Jona Nielsen, fyristøðukvinna Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri Jákup Petersen, yvirlækni

 

 

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er leiðslan, sum nevnt, skipað eftir tí sokallaða “súlubygnaðinum”, sum flest øll sjúkrahús fyrr vóru skipað eftir.

 

Tær tríggjar súlurnar eru:

Læknasúlan, sjúkrarøktarsúlan og fyrisitingarliga súlan.

 

Læknasúlan hevur ábyrgd av kanning og viðgerð – umframt ymsar kliniskar hjálparfunktiónir, læknaskrivarar v.m. Ein av yvirlæknunum virkar sum leiðandi yvirlækni, uttan formliga at verða settur í starv sum hetta.

 

Sjúkrarøktin er leidd av fyristøðukvinnuni, sum hevur ábyrgd av sjúkrarøktini á sjúkrahúsinum. Hon hevur ábyrgd av øllum røktarstarvsfólki og teirra virksemi
 

Tann fyrisitingarliga súlan er leidd av einum umsjónarmanni, ið hevur evstu ábyrgd í fyrisitingarligu- og fíggjarligu viðurskiftum, umframt leiðsluna av forsýningum, teknikki v.m. Tað er umsjónarmaðurin, sum hevur ábyrgdina mótvegis Almanna- og heilsumálaráðnum.

 

Teir tríggir leiðslupersónarnir arbeiða saman um leiðsluna á sjúkrahúsunum, men við hvør sínum ábyrgdarøki og umsjónarmanninum sum fyrisitingar- og fíggjarligum ábyrgdarhavandi yvir hinum.

 

·                        

 

 
     
   
Virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
 
Klaksvíkar Sjúkrahús, sum hevur meir enn 100 ár á baki, hevur sermerkt seg við at liggja á odda, tá ið tað kemur til nýggjar kanningar- og viðgerðarhættir. Fyri nógvum árum síðani var ortopædisk kirurgi eisini tikin upp, og hevur verið á høgum støði síðani.
 
Harafturat hevur Klaksvíkar Sjúkrahús ment seg munandi seinastu 10 árini við at breiðka sítt virksemi. Hevur styrkt um tað medisinska økið við einum føstum yvirlækna og eisini styrkt um tað kirurgiska økið við tveimum føstum yvirlæknum afturat. Eisini er reglulig narkosulæknaskipan sett á stovn. Urologi er komin sum ein fastan táttur á sjúkrahúsinum.
 
Ortopædiin er ment við øktum tali av liðúskiftingum, kikarakanningum, og harafturat er nú tilknýttur ein barnaortopædur, sum regluliga vitjar sjúkrahúsið.
 
Aðrir serlæknar innan ortopædiina, sum taka sær av serstøkum trupulleikum innanfyri akslar, hendur og knø, vitja eisini Klaksvíkar Sjúkrahús regluliga.
 
Hetta viðførir so, at Klaksvíkar Sjúkrahús kann bjóða seg fram á fleiri økjum heilt frammarlaga í tí føroyska sjúkrahúsverkinum og hava regluligar kanningar og viðgerðir innanfyri ortopædi, almenkirurgi, urologi, barnaortopædi, akslakirurgi, hondkirurgi, knækirurgi, kikarakanningar í búki, kikarakanningar í magasekki, kikarakanningar í tjúkktarmi, kikarakanningar í knøum, kikarakanningar í akslum, smærri og størri skurðviðgerðir í búki o.s.fr.
 
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eisini serstakar avtalur vil Almanna- og Heilsumálaráðið, tá tað kemur til serstakar skurðviðgerðir á ortopædiska økinum, so sum hondskurðviðgerðir, akslaskurð-viðgerðir og útskiftan av leysum knæprotesum.
 
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur eitt stórt ambulatorii virksemi, har for- og eftirambulatorium av skurðviðgjørdum sjúklingum fer fram. Eisini skaðaambulatorium, kirurgisk ambulatorium, ortopædisk ambulatorium, medisinsk ambulatorium, diabetesambulatorium o.s.fr.
 
Klaksvíkar Sjúkrahús stendur altíð opið fyri sjúklingar við akuttum sjúkum og skaðum, og skaðastovan er opin alt døgnið.

 

 
     
 

 

 

 
     
   

Søgan

 

Í 1898 varð fyrsta sjúkrahúsið bygt í Klaksvík. Norðoyggjar høvdu síðani 1871 havt læknahús á umleið sama stað har læknahúsini standa ídag. Her búði økislæknin, ið røkti allar Norðoyggjar. Norðoyingar vildu meira enn eitt læknahús og ynski um eitt sjúkrahús lá frammarlaga. Sjúkrahúsið skuldi serliga hýsa sjúklingum, ið vórðu komnir av útoyggj og sjúklingum, ið vóru ov vánaligar til at vera heima við hús.

 

Eystari/norðari parturin av Eysturoynni tók lógvatak saman við Norðoyingum og innsavnan av peningi fór ígongd mitt í 1890’unum. Stóri ígongdsetarin av tiltakinum var læknin Bartsch, sum starvaðist sum økislækni í Norðoyggjum frá 1891 til 1898.

 

Tá sjúkrahúsið byrjaði sítt virksemi á sumri í 1898 vóru allar rokningar longu goldnar og peningur eftir á kistubotninum til at keypa tilfar og mat, ið skuldi nýtast á sjúkrahúsinum.

 

Mangt er hent á sjúkrahúsøkinum í farnu øld og fram til ídag. Nýggjasti parturin av sjúkrahúsinum er frá fyrst í 1960'unum við tilbygningi í 1988. Fyrst í 1980'unum varð Norðoya Røktarheim tikið í nýtslu. Heimið er bygt afturat sjúkrahúsinum og fekk sjúkrahúsið tá saman við røktarheiminum betri umstøður á fleiri økjum, m.a. stórkøk, goymslur, kapell, felagshøli o.s.v.