| Eg skal innleggjast á Kirurgisk deild A | Ferðing |
| Eg skal innleggjast á Medisinsk deild M | Kort yvir Klaksvík |
| Viðgerð uttanlands | Sjúklingafeløg |
| Sjúklingarættindi | |
| Vælkomin á deild A Deild A hevur pláss fyri 22 sjúklingum. Deildin er ein blandað skurðdeild. Undir innleggjan kann koma fyri, at tygum verða flutt/ur úr eini stovu í aðra, um tørvur er á hesum. Innkallaðir sjúklingar skulu møta í móttøkuni, ið er á deild A. Gongdin á Deildini Umleið kl. 06.30 verða teir sjúklingar, ið skulu til skurðviðgerð sum nummar 1 og 2, vaktir og gjørdir klárir til skurðviðgerð. Kl. 07.00 verða aðrir sjúklingar, ið skulu hava mált fepur, blóð-trýst og puls, vaktir. Stovugongd Stovugongd er dagliga á deildini. Viðgerð og Kanningar fara fram fyri tað mesta fyrrapartin. Máltíðir Fyri uppigangandi sjúklingar er máltíðin í uppihaldsstovunum. Seingarliggjandi sjúklingar fáa matin bornan inn á stovuna. Morgunmatur kl. 08.00 Døgurði kl. 12.00 Nátturði kl. 17.30 Drekka kl. 14.00 og 20.00 Vognur við drykkjuvørum stendur á gongini. Kaffi og te er at fáa í uppihaldsstovuni - allan dagin. Sølubúð Í kantinuni er lítil sølubúð, ið selur góðgæti o.a., tó ikki bløð. Yrkadagar er opið kl. 08.00-09.45 og 11.45-14.45. Tey føroysku bløðini koma á deildina. Sjúklingar, ið koma til ambulanta við-gerð, kunnu keypa døgurða í kantinuni. Frisør og fótarøkt Møguleiki er at fara til frisør og fótarøkt, men mugu tygum sjálv/ur bera kostnaðin. Royking Klaksvíkar Sjúkrahús er roykfrítt økið. Útvarp og sjónvarp eru í øllum stovum. Andakt Hvønn sunnumorgun er andakt úti á gongini kl. 10.30. Virðislutir Sjúklingurin hevur sjálvur ábyrgd av peningi og virðislutum, sum hann hevur við sær á sjúkrahúsið. Vitjunartíð Er frá kl. 15.00-16.00 og 19.00-20.00. Vitjan í úrtíð skal avtalast við starvsfólkið. Hvílitími Er frá kl. 13.00-14.00 Heilivágur Teir sjúklingar, ið nýta heilivág, fáa hann útleveraðan í doser-ingseskjum aftaná døgurða. Um tygum nýta heilivág verða tygum biðin um at taka hann við. Fasta Teir sjúklingar, ið skulu fasta til viðgerðir ella kanningar dagin eftir, byrja at fasta á midnátt, tvs.hvørki eta, drekka, roykja ella nýta tyggigummi. Blómur Avskornar og turkaðar blómur kunnu vera á deildini, ikki plantur við mold. Viðrákning Teir sjúklingar, sum verða skurðviðgjørdir, koma inn á hesa stovu í uml. 2 tímar aftaná skurð og verða ansaðir av sjúkra-røktarfrøðingi. Telefonir Til ber at ringja á telefon 40 45 50 fyri at tosa við deildina. Ynskja avvarðandi at ringja til tygum, er telefonnumrini: 40 45 50, ið verður nýtt eftir avtalu við sjúkrarøktarfrøðingarnar Ringjast kann til sjúklingarnir hesar tíðir: Kl. 09.00-11.30 og kl. 14.00-21.00 Telefonkort fáast til keyps í skiftlinum. Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon inni á sjúkradeildunum, tí hetta ávirkar ávís tól. |
| Vælkomin á deild M Deild M hevur pláss fyri 14 sjúklingum. Deildin er ein akutt medisinsk deild. Undir innleggjan kann tað henda, at tygum verða flutt/ur úr eini stovu í aðra, um tørvur er á hesum. Dagliga gongdin á deildini Allir sjúklingar verða vaktir kl 08.15 til morgunmat. Har tað er neyðugt, verður mált blóðtrýst, puls, fepur og blóðroyndir tiknar. Eftir morgunmatin verða tygum hjálpt/ur at koma upp. Á deildini starvast sjúkrarøktarfrøðingar, sjúkrahjálparar og heilsuatstøð-arar, sum veita sjúkrarøkt og vegleiða tygum um livihátt og fyribyrgjan í samband við sjúku og heilsu. Stovugongd Umleið kl. 10.00 er stovugongd. Møguleiki er eisini at avtala tíð til samrøðu við ein lækna. Viðgerð og kanningar Verða sum oftast gjørdar fyrrapart. Starvsfólkini geva frágreiðing um hvørja einstaka kanning um hvar, nær og hvussu hon fer fram. Máltíðir Maturin verður borin inn á stovuna ella inn í uppihaldsstovuna. Morgunmatur kl. 08.15-09.00 Døgurði kl. 12.00-12.30 Nátturði kl. 17.15-17.45 Drekka kl. 14.00 og 20.00 Vitjunartíð Er frá kl. 15.00-16.00 og 19.00-20.00. Vitjan aðrar tíðir, kann avtalast við starvsfólkið. Hvílitími Er frá kl. 13.00-14.00. Heilivágur Um tygum nýta heilivág, verða tygum biðin um at taka hann við. Teir sjúklingar, sum nýta heilivág, fáa heilivágin frá okkum. Fasta Sjúklingar, sum skulu fasta til blóðroyndir ella kanningar dagin eftir, byrjað at fasta á midnátt, tvs. hvørki eta, drekka ella roykja. Telefonir Telefonin í vaktarrúminum er tel. 40 45 20. Ynskja avvarðandi at tosa við tygum, kunnu tey ringja á 40 45 20, millum 09.00-11.30 og 14.00-22.00. Tað er ikki loyvt at nýta fartelefon inni á sjúklingadeildunum - tí hetta ávirkar ávís tól. Sølubúð Í kantinuni er lítil sølubúð. Yrkadagar er opið soleiðis: Kl. 08.00-10.00 og 11.45-14.45. Tey føroysku bløðini koma á deildina. Frisør og fótarøkt Møguleiki er at fara til frisør og fótarøkt, men mugu tygum sjálv/ur bera kostnaðin. Útvarp og sjónvarp Er á øllum stovunum. Andakt Hvønn sunnumorgun er andakt úti á gongini kl. 10.00. Virðislutir Sjúklingurin hevur sjálvur ábyrgd av peningi og virðislutum, sum hann hevur við sær á sjúkrahúsið. Klaksvíkar Sjúkrahús er roykfrítt øki. |
|
Endurgjald fyri ferðing innanlanda. Áðrenn fráferð fáa sjúklingar útflýggja ein flutningsseðil. Sjúklingar hava ábyrgd av, at seðilin er
rætt útfyltur og váttaður av viðgerðarstaðnum. Fyrisitingin endurrindar ferðaútreiðslur sambært galdandi reglum.
|
|
Sjúklingafeløg røkja áhugamálini hjá sjúkuraktum og avvarðandi teirra. Her er eitt yvirlit yvir føroysku sjúklingafeløgini:
Alzheimerfelagið Cøliakifelag Føroya
Deyvafelag Føroya
Epileptikarafelag Føroya Føroya Astma / Allergifelag
Føroya Blindafelag Føroya Psoriasisfelag Felagið fyri fólk ið hava
MBD/DAMP Felagið fyri hoyribrekað Í
Føroyum
Føroya Felag móti Krabbameini Heilafelagið Høgættarfelagið
Javni LFA Landsfelag fyri Autistar
Lymfødemfelagið Morbus Bechtrew
Nýrafelagið Parkinsonfelagið
Sclerosefelagið Sinnisbati Spastikarafelagið
|