| |
Fyri
at fáa gjørt eina røntgenkanning krevst ávísing frá lækna.
Dagliga vera gjørdar røntgenkanningar av:
Kanningarnar verða avgreiddar so
hvørt, undantikið tær kanningar, sum skulu gerast av røntgenlækna .
Røntgenlækni frá Landsjúkrahúsinum er á deildini tvær ferðir um
mánaðin,og tá verða gjørdar
-
ultraljóðscanningar
-
maga- og tarmkanningar
Til hesar kanningar skal tíð bíðleggast, og neyðugt er við ávísari
fyrireiking.
Til ultraljóð scanning av búki krevst at ein er fastandi 6 tímar
áðrenn kanningina, og tað sama er galdandi fyri røntgen kanning av
magasekki.
Tá tjúkktarmurin skal kannast, skulu tarmarnir tømast. Hetta verður
gjørt við tablettum og flótandi kosti eftir skema.
Skema og tablettir fær ein frá røntgendeildini, tá íð tíð verður
bíløgd.
Svarið uppá kanningina verður sent tí lækna, sum hevur skrivað
ávísingina.
Røntgendeildin liggur á 1.hædd saman við skaðastovu, skurðdeild og
narkosudeild.
Bíðirúmið er felags við ambulatoriið og skaðastovuna.
Á deildini arbeiða tvær røntgensjúkrarøktarfrøðingar og ein
radiografur.
Deildarleiðari er Jana H. Petersen.
|
|