Røntgendeild

tlf. 40 45 11
fax   45 70 82

Opið er gerandisdagar frá kl. 08.00 til kl. 15.00
Leygardag  kl. 11.00 til kl. 14.00

Aftaná arbeiðstíð og í vikuskiftunum hevur eitt starvsfólk tilkallivakt.
Fyri at fáa gjørt eina røntgenkanning krevst ávísing frá lækna.
 
 
Dagliga vera gjørdar røntgenkanningar av:

  • beinagrind
  • lungum
  • nýrum

 

Kanningarnar verða avgreiddar so hvørt, undantikið tær kanningar, sum skulu gerast av røntgenlækna . Røntgenlækni frá Landsjúkrahúsinum er á deildini tvær ferðir um mánaðin,og tá verða gjørdar
  • ultraljóðscanningar
  • maga- og tarmkanningar
Til hesar kanningar skal tíð bíðleggast, og neyðugt er við ávísari fyrireiking.
Til ultraljóð scanning av búki krevst at ein er fastandi 6 tímar áðrenn kanningina, og tað sama er galdandi fyri røntgen kanning av magasekki.
Tá tjúkktarmurin skal kannast, skulu tarmarnir tømast. Hetta verður gjørt við tablettum og flótandi kosti eftir skema.
Skema og tablettir fær ein frá røntgendeildini, tá íð tíð verður bíløgd.
 
Svarið uppá kanningina verður sent tí lækna, sum hevur skrivað ávísingina.
 
Røntgendeildin liggur á 1.hædd saman við skaðastovu, skurðdeild og narkosudeild.
Bíðirúmið er felags við ambulatoriið og skaðastovuna.
 
Á deildini arbeiða tvær røntgensjúkrarøktarfrøðingar og ein radiografur.
Deildarleiðari er Joan Sivertsen.
 
Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 Klaksvík • Tlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • ks@ks.fo ⇧ Til toppen