|
Rannsóknarstovan og Blóðbankin
Telefon 40 45 75 Blóðbankin 40 45 77
Telefax 45 70 21
Laboratoriið hevur opið:
á sjúkrahúsinum hvønn gerandisdag kl. 08.00-10.00,
á Læknamiðstøðini í Gøtu hósdag kl. 08.15-09.30
takað blóðroyndir í býnum týsdag fyrrapart, eftir avtalu við lækna.
Rannsóknarstovan og Blóðbankin liggja á gøtuhædd.
Leiðari er Karin Jacobsen telefon 40 45 76
|
|
||
|
|
|||
|
Laboratoriið er ein tænastudeild, sum ger kanningar av innløgdum og ambulantum, eftir tilvísing frá lækna. Svarið uppá kanningina verður sent tí lækna ella deild, sum hevur skrivað ávísingina. Á Laboratornum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tríggjar sergreinar: Klinisk biokemi Blóðbankin/ klinisk immunoliogi Mikrobiologi/bakteriologi Flestu blóðroyndir krevja onga fyrireiking, men í ávísum førum skal ein hava fasta. At fasta merkir fastandi frá kl.22 kvøldið fyri. Umframt blóðroyndir verða eisini kanningar gjørdar av landi, skarni og spinalvætu. Ein onnur kanning er elektrokardiogram/EKG Blóðbankin hevur til uppgávu at útvega blóð, tá tað verður umbiðið og at syrgja fyri at tað eru nógvir blóðdonorar. Starvsfólkið á Rannsóknarstovuni og Blóðbankanum hevur tilkallivakt eftir vanliga arbeiðstíð, til at taka sær av tí akutta. Á deildini arbeiða 5 bioanalytikarar og eitt hjálparfólk. Fyri at kunnu geva tað best møguligu tænastuna, vilja vit fegin hoyra um góðar ella keðiligar royndir sum tit hava haft við okkum á laboratorinum.
|
|||