Rannsóknarstovan og Blóðbankin
|
Telefon 40 45 75 Blóðbankin 40 45 77 Telefax 45 70 21 Laboratoriið hevur opið: á sjúkrahúsinum hvønn gerandisdag kl. 08.00-10.00, á Læknamiðstøðini í Gøtu hósdag kl. 08.15-09.30 takað blóðroyndir í býnum týsdag fyrrapart, eftir avtalu við lækna. Rannsóknarstovan og Blóðbankin liggja á gøtuhædd. Leiðari er Karin Jacobsen telefon 40 45 76
Laboratoriið er ein tænastudeild, sum ger kanningar av innløgdum og ambulantum, eftir tilvísing frá lækna. Svarið uppá kanningina verður sent tí lækna ella deild, sum hevur skrivað ávísingina. Á Laboratornum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tríggjar sergreinar: Klinisk biokemi Blóðbankin/ klinisk immunoliogi Mikrobiologi/bakteriologi Flestu blóðroyndir krevja onga fyrireiking, men í ávísum førum skal ein hava fasta. At fasta merkir fastandi frá kl.22 kvøldið fyri. Umframt blóðroyndir verða eisini kanningar gjørdar av landi, skarni og spinalvætu. Ein onnur kanning er elektrokardiogram/EKG Blóðbankin hevur til uppgávu at útvega blóð, tá tað verður umbiðið og at syrgja fyri at tað eru nógvir blóðdonorar. Starvsfólkið á Rannsóknarstovuni og Blóðbankanum hevur tilkallivakt eftir vanliga arbeiðstíð, til at taka sær av tí akutta. Á deildini arbeiða 5 bioanalytikarar og eitt hjálparfólk. Fyri at kunnu geva tað best møguligu tænastuna, vilja vit fegin hoyra um góðar ella keðiligar royndir sum tit hava haft við okkum á laboratorinum.
|
|