Deild M – medisinsk seingjardeild
|
Telefon: 40 45 40 Telefax: 45 78 24 Medsinsk seingjardeild liggur á 1. hædd Deildarleiðari: Synnøva Hansen 40 45 23.
Deild M Deild M er songardeild sum veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt til medisinskar sjúklingar, sum verða innlagdir ætlað ella bráðfeingis. Endamálið er, at sjúklingurin fær bestu viðgerð, verður upplýstur um sjúku og sjúkufyribyrgjan og lærir heilsufremjandi atferð.
- Endokrinologi ( stoffskiftisjúkur)
- Neurologi ( nervalagssjúkur)
- Cardiologi (hjarta- og blóðrenslsjúkur)
- Onkologi (krabbameinssjúkur)
- Astma/ KOL (lungnasjúkur)
- Nephrologi (nýrasjúkur)
- Børn
Deildin hevur 14 sengur, 85% av innleggingunum eru akuttar, hini 15% eru planlagdar, hesi mest til fysiurgiska viðgerð og medicinregulering.
Tilknýtt deildini er diabetesambulatorium, sum er opið ein dag um vikuna. Endamálið er, at upplýsa um fyribyrging og fylgja upp røktina og vegleiðingina av sjúklingum, sum hava verið innlagdir og ella verða ávístir frá kommunulækna. Ambulatoriið er mannað við sjúkrarøktarfrøðingi, sum hevur eftirútbúgving innan Diabetes og kliniskum diætisti. Lyklatøl Deild M hevur 14 sengur, í 2006 vóru 652 sjúklingar viðgjørdir á deildini, umframt høvdu vit 411 ambulantar vitjanir í Dibetesambulatoriinum. Kontakt Upplatingartíðir á deildini Opið er alt samdøgrið Telefonnummar til deildina 40 45 20 og 40 45 21 Telefontíðir á deildini Kl. 08.15 – 09.15 og eftir kl. 14.00 Fartelefon kann nýtast á deildini, undantikið á akutstovunum. Leiðsla Synnøva Hansen, deildarleiðari Miriam Hjelm, varaleiðari Starvsfólk Á deild M starvast læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, sjúkrahjálparar og reingerðarfólk. Vitjunartíðir Kl: 15.00 – 16.00 og kl: 19.00 – 20.00 Um sjúklingurin hevur álvarsliga sjúku, kann sjúklingurin hava avvarðandi hjá sær alt døgnið. Menningarátøk Deildin er í støðugari menning, og verður tað regluliga skipað fyri internari frálæru, árligum temadegi, og luttaka starvsfólkini á skeiðum her á landi og uttanlanda. Harumframt eru sergreinar deildar út á lyklapersónar, hetta eru sjúkrarøktarfrøðingar sum hava serligan áhuga og førleika (eftirútbúgving) innan hesi øki: Diabetes, Apoplexia Cerebri, Parkinson, Lungasjúkur og Krabbamein. Uppgávan hjá lyklapersóninum er at skipa fyri, at nýggjasta vitan innan øki altíð er tøk. Ætlanin er í januar 2008 at lata upp lungnaambulatorium, har sjúkrarøktarfrøðingur við servitan innan lungnasjúkur kemur at starvast. Her fer hon at vegleiða sjúklingar um fyribyrgjan og heilsufremjan. |
|