Læknar og yvirlæknar

Jákup Petersen, yvirlækni
Serlækni í almen kirurgi og ortopædisk kirurgi.
 
Hevur starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í nógv ár. Starvast eisini á Landssjúkrahúsinum. Tekur sær av ortopædiskum kanningum og skurðviðgerðum, bæði á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
 
Korosh Taheri, medisinskur yvirlækni. 
Hevur starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mong ár. Serlækni í intern medisin við undirsergrein innan nýrasjúkur. Tekur sær av kanningum og viðgerðum av so at siga øllum medisinskum sjúkum og hevur víðkað medisinsk ambulatorium.
 
Boguslaw Koszman, yvirlækni. 
Serlækni í almen kirurgi. Tekur sær av flest øllum kirurgiskum kanningum og viðgerðum. Hevur starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í fleiri ár. Hevur harafturat serkunnleika innan kikarakanningar í magasekki, tjúkktarmi og búki.
 
Jóhan Poulsen, yvirlækni.
Serlækni í urologi. Kemur regluliga á Klaksvíkar Sjúkrahús og tekur sær í stóran mun av sjúkum í nýrum, landrás og prostata, men hevur eisini serkunnleika innan kanning og viðgerð við kikara í búki.
 
Leif Knudsen, yvirlækni. 
Serlækni í intern medisin og reumatologi. Hevur í nógv ár starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og arbeiðir nú sum regluligur avloysari innan medisinska økið. Tekur sær í stóran mun av ítróttarskaðum, reumatologiskum sjúkum og øðrum medisinskum sjúkum, bæði innan kanning og viðgerð.
 
Narkosuyvirlæknar.
Narkosudeildin verður leidd av vikarierandi narkosuyvirlæknum, sum koma regluliga á Klaksvíkar Sjúkrahús, serliga tá størri skurðviðgerðir verða framdar.
 
Hjálparlæknar.
Sjúkrahúsið hevur altíð hjálparlæknar í forvakt. Støðið í forvaktini er sera høgt, og fleiri av læknunum í forvaktini eru serlæknar.
 
Aðrir serlæknar.
Sjúkrahúsið hevur annars regluliga vitjan av øðrum serlæknum, serliga innan serligar skurðviðgerðir á ortopediska økinum. Eisini  er barnaortopedur regluliga á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
 
Klaksvíkar Sjúkrahús • Sniðgøta 1, 700 Klaksvík • Tlf: 45 45 45 • Fax: 45 73 63 • ks@ks.fo ⇧ Til toppen