Deild A – kirurgisk seingjardeild

 

Telefon: 40 45 50

Telefax: 45 78 24

Kirurgisk seingjardeild liggur á 2. hædd

Deildarleiðari: Merry Hansen 40 45 55.

 

 
     
   
Deild A er ein songardeild har tú fært kanning, viðgerð og røkt innan tað kirurgiska økið. Sjúklingar koma bæði til ætlaðar og bráfeinfeingis viðgerðir. Tey, ið verða innløgd eru í øllum aldursbólkum.
 
Deildin fevnir um hesi øki:
 
  • Almenn kirurgi t.d. æðraknútar, brokk,gallaoperatiónir, taggur (hæmoridir), kikarakanning av tarmunum
  • Ortopæd kirurgi. Kanning og viðgerðir í beinagrindini t.d. kikarakanning av knænum,ryggoperatiónir.
  • Sergrein í útskifting av knæ- og mjadnaliðum.
  • Hond- og akslakirurgi (serlæknar uttaní frá)
  • Urologi. Kanning og viðgerð av sjúkum í bløðru og landrás. (serlækni uttaní frá)
  • Føðistova er knýtt at deildini og barnakonur liggja á deildini
  • Sárambulatorii.
  • Fysiurgiskar og ergoteraputiskar viðgerðir
       
 
Viðrakning er á deildini, bæði til innlagdar og ambulantar sjúklingar
 
Deildin hevur 22 songarpláss + 4 viðrakningspláss. Tær flestu stovurnar hava 4 sengur. Onkrar hava 2 sengur og 1 hevur 1 song.
 
Sárambulatorium:
Tey, ið skulu í sárambulatorii skulu antin verða innløgd á sjúkrahúsinum ella læknin á sjúkrahúsinum ávísir teimum til ambulatorii.
 
 
Leiðsla :
 Anna Løwe Sørensen, deildarleiðari
              Marjun Joensen, varaleiðari
               
               
 
Starvsfólk: Á deildini sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktara, sjúkrahjálpara og reingerðingsfólk
 
Samband við deildina
 fæst alt døgni og vit hava opið alt árið.
 
  • Telefonnummari á deildini er :45 45 45 og bið um lokal 500 ella 503
 
Deildin er á 2.hædd.
 
Fartelefon kann brúkast á teimum flestu stovunum á deildini, undantøk eru tó. Spyr um tað tá tygum koma.
 
Vitjunartíðir:  
Eru millum kl.15.00-16.00 og 19.00-20.00. Ì heilt serligum førum eru undantøk frá hesum.
Hjá nýføðingum eru tað bert systkin, ið kunnu koma á vitjan. Onnur børn sleppa ikki á vitjan.
 
Royking:
Tað er ikki loyvt at roykja á sjúkrahúsinum.
 
Útvarp og Sjónvarp
Er á hvørjari stovu
  
Tá tygum brúka útvarp ella sjónvarp verða tygum biðin um at vísa fyrilit fyri hinum sjúklingunum á deildini.