Gomul tíðindir  

Nøgdsemiskanningin 04-01-2008    

Gávuregn í 2007

16-01-2008    
Hendingaríkt 2007 21-02-2008    
       
       
       
       
 
 
 

Nøgdsemiskanningin

Fyrsta nøgdsemiskanningin í føroyska sjúkrahúsverkinum varð kunngjørd stutt undan jólum 2007. Klaksvíkar Sjúkrahús fekk eitt gott úrslit, soleiðis at skilja, at vit lógu á fyrsta plássi tá avtornaði. Men eru vit nøgd við at verða nr. 1 í Føroyum? Hvussu sær út um vit samanbera okkum við sjúkrahús uttanlanda? Hvat kunnu vit gera betur? Spurningarnir eru mangir og tað er fyrst og fremst tað, ið kanningin kann nýtast til, nevniliga at stilla røttu spurningarnar og síðani gerast betur sum tíðin gongur. Men óansæð hvat víðari fer fram, so eru vit ómetaliga errin og fegin um hettar fyrsta úrslitið. Vit eru fremst innan 22 spurningar (av 31 íalt) og liggja tí munandi betur fyri enn hini bæði sjúkrahúsini. Sí annars alla kanningina her.

04-01-2008

Aftur

 

 

 
 

Gávuregn í 2007

 

Fyrst var tað fyritøkan hjá Anthonius Olsen v.fl., ið handaði sjúkrahúsinum stórfingna gávu, ið hevur eitt virðið á umleið kr. 350.000,00. Talan er um serligt yvirvakingartól, ið bæði verður nýtt inni á sjúkrahúsinum og úti í sjúkrabilunum. Møguligt er via mobilnetið at hava beinleiðis samband við tólið.

  

 Seinni á árinum var tað Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, sum vendu sær til sjúkrahúsið. Teir vildu fegnir vera við til at útvega sjúkrahúsinum (sjúklingunum) sjónvarp inn á stovuna. Hetta hevði við sær, at sjúkrahúsið í dag hevur sjónvarp á øllum uppihaldsrúmum og sjúkrastovum. Veljast kann millum fleiri rásir.

 

Í samband við hesar gávuhandanir, vórðu móttøkur hildnar í matarstovuni.

 

16.12.1007

Aftur

Her er eitt filmklipp av Lifepak 12 hvussu hann verður nýttur.

 

 

 
 

Hendingaríkt 2007

 

Vit eru væl ávegis inn í KT-øldina - nú eisini í sjúkrahúsverkinum. Í 2007 kom tann digitaliseraða røntgan rættiliga ígongd, og í dag fær læknin myndina beinleiðis inn á sín telduskíggja. Inni í skurðstovunum hanga nú flatskíggjar har tað fyrr hingu gjøgnumlýsarar til gomlu myndirnar. Myndirnar kunnu sendast um alla heim, soleiðis at ein serlækni í t.d. Kina ella Australia eisini kann siga sína hugsan.
 
Mesta av rannsóknarstovuni er digitaliserað og eru tólini nú før fyri at senda úrslit beinleiðis inn í ta digitaliseraðu journalina.
 
Nógva aðrastaðir á sjúkrahúsinum er KT menningin ígongd. Sum frálíður eru flestu arbeiðstól onkursvegna teldustýrd. Tað eru longu fleiri ár síðani øll fyrisiting av lønum og roknskapi varð flutt til væl útbygdar telduskipanir.
 
Spenningurin verður tí bara størri og størri meðan bíða verður eftir tí sokallaðu ”elektronisku journalini”. Á føroyskum; ”Talgilda HeilsuSkipanin”  ella THS. Arbeiðið vit at innføra hesa skipan, ið er sera umfatandi, er ígongd á Landssjúkrahúsinum í løtuni.

Aftur