Fysiurgisk deild

Fysioterapi / Ergoterapi

Telefon: 40 46 68

Fax: 45 90 80

Opið: Mánadag til fríggjadag kl. 08.00-15.00

Fysiurgisk deild liggur á gøtuhædd á

sjúkrahúsinum og fimleikasalurin liggur

á gøtuhædd á Røktarheiminum.

Deildarleiðari: Henning Janskor.

 

 

 

 

Á fysiurgisku deild fæst fysioterapi og ergoterapi.

 

Á deildini arbeiða 3 fysioterapeutar 1 ergoterapeutur og 1 hjálparfólk

 

 

Fysio-og ergoterapi verður givin eftir læknaávísing.

 

Endamálið við ergo- og fysioterapi er:

At sjúklingurin fær førleika til ein so góðan og sjálvstøðugan gerandisdag, sum til ber. Harafturat skulu ergo- og fysioterapeutar vera við til at betra ella varðveita heilsuna hjá fólki alment.

 

Ergoterapeutisk tilboð:

1.Førleikavenjingar:

ADL venjingar (gerandis aktivitetir) - sum kunnu vera persónligt reinføri, í og úrlæting, eting og heimavenjingar annars.

Mentalar venjingar (eftir heilaskaða): kann verða venjingar í orientering, koncentratión, kropsuppfatan og rúmfatan.

Venjingar annars: rørslur, styrki, sansastimbran, koordinatión, ødemviðgerð, balansa, grov- og fínmotorik.                                                                

2. Hita- og kuldaviðgerð.                                                        

3. Ergonomiskar venjingar og vegleiðingar.

4. Roynd, tillagan og útflýggjan av hjálpartólum.

5. Heimavitjanir í samband við hjálpartól og møguligar broytingar.

6. Vegleiðing av sjúklingum, avvarandi og øðrum fakbólkum.

7. Andlitsviðgerð. Stimbran av vøddum, etingar- og svølgtrupuleikum.

 

Útgerð:

Ergoterapeuturin hevur hølir við ymiskum venjingaramboðum. Køkur og baðirúm er til taks á sjúkrahúsinum sum venjingarhølir. Annars verður heimið/umhvørvið hjá sjúklinginum eisini nýtt.Harafturat er sandkassi og parafin á deildini.

 

Fysioterapeutisk tilboð:

1. Uppvenjing  so sum balansu-, styrki-, rørslu-, koordinatións- og førleikavenjingar. Hesar venjingar verða givnar bæði til einstaklingar og bólkar.

2. Lymfødemviðgerð.

3. Handaviðgerð.

4. Ergonomiskar venjingar og vegleiðingar.

5. Roynd, tillagan og útflýggjan av hjápartólum.

6. Heitvatnsvenjing.

7. Lungnaterapi.

8. Vegleiðing av sjúklingum, avvarandi og øðrum fakbólkum.

9. Hita- og kuldaviðgerð.

10. Strekkviðgerð.

11. Heimavitjanir í samband við hjálpartól og møguligar broytingar.

12. El. Viðgerð.

 

Útgerð:

Øll vanlig uppvenjingartól so sum súklur, stepparar, balansubrettir, steppbonkar og venjingarmaskinur. Ultraljóð, Stuttbylgju, TNS og Laser og strekktól.

Harafturat hava vit ein heitvatnshyl har vatni er um 34 gradir. Hylurin er umleið 4x6 metur og er 1,4 metur djúpur. Øll fólk ið hava ávísing frá einum hvørjum lækna, kunnu nýta hylin.