Avvarðandi
|
» Vitjanartíðir & reglur » Telefon til sjúklingin » Vegleiðing í sambandi við andlát og jarðarferð |
|
| |
Vitjanartíðir og reglur
|
| Vitjandi eru vælkomin á deildinar hvønn dag frá kl. 15.00 - 16.00 og 19.00 - 20.00.
Frávik kunnu verða gjørd í serligum førum.
Royking: Tað er ikki loyvt at roykja á sjúkrahúsinum
Fartelefonir: Fartelefon kann nýtast á sjúkrahúsinum. Tó eru øki har fartelefonin ikki er loyvd.
Blómur: Á songjadeildunum er loyvt at hava avskornar blómur. Tosið við starvsfólkini um hvussu tygum skulu gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki verða á deildini.
Heitt verður á vitjandi um at virða vitjanartíðir og reglur.
|
| |
Telefon til sjúklingin
|
Avvarðandi, ið skulu ringja til sjúklingar, kunnu ringja til
- Deild A: 40 45 50 - tráðleysa telefonin, ið verður nýtt eftir avtalu við sjúkrarøktarfrøðingarnar
- Deild M: 40 45 20 - tráðleysa telefonin, ið verður nýtt eftir avtalu við sjúkrarøktarfrøðingarnar
|
| |
Vegleiðing í sambandi við andlát og jarðarferð
|
Við deyða og jarðarferð er so mangt, ið avvarðandi hava at hugsa um. Hetta er ætlað sum ein leiðbeining til tað, ið er mest neyðugt at fyrireika. Í sambandi við andlát skulu avvarðandi seta seg í samband við fyristøðukvinnuna, helst millum kl. 10-12, tel. 40 46 06. Í vikuskiftinum skal ringjast til deild A, tel. 40 45 50, ella deild M, 40 45 20. Kista og líkverja Vanliga bíleggur sjúkrahúsið kistu og líkverju. Fyristøðukvinnan skal hava upplýsingar um navn og bústað hjá avvarðandi, ið skal standa fyri og gjalda kistuna og líkverjuna. (Ávíst endurgjald fæst frá Norðoya Sjúkrakassa). Vanliga verður lokið lagt á kistuna ein tíma áðrenn farið verður úr kapellinum. Bønarhald Vanligt er, at bønarhald er í kapellinum á sjúkrahúsinum (hetta avgera avvarðandi sjálvi). Í hesum sambandi avgera avvarðandi nær bønarhaldið skal verða, og skulu tosa við prest ella talara, sum skal tosa á bønarhaldinum. Saman avgera tit, nær bønarhaldið skal verða, og boðað fyristøðukvinnuni frá hesum, og hvør sálma/songbók skal nýtast. Lýsingar Ringja ella faxa inn og lýsa andlát í Útvarpi Føroya. Útvarp Føroya hevur tel. 34 75 00. Gravarar Avtala skal gerast við gravarar tel. 226377. Gravarar skulu hava boð, áðrenn jarðarferðin verður kunngjørd. Líkbilur Avvarðandi bíleggja sjálvi líkbil. Líkbilur í Klaksvík Hans Andrias Johannesen, tel. 455225 og 226355. Í kapellinum Avtala skal gerast við 6 berarar av kistuni, við urguleikara og møguligar sangarar. Kirkja/samkomuhús Avtala skal gerast við prest/talara, sum síðani vegleiðir tykkum. Sangir til jarðarferðina Avtala kann gerast við prentsmiðju skjótast tilber. Børuprýði Ynskja tit børuprýði, skulu tit sjálvi bíleggja tað. Summardáin tel. 456193 ella Blómuhandilin Flora tel. 455115. Fráboðan Fyristøðukvinnan boðar myndugleikunum, presti og sýslumanni frá andlátinum. |
|