| Vitjanartíðir & reglur | |
| Telefon til sjúklingin | |
|
Vitjanartíðir og reglur Vitjandi eru vælkomin á deildinar hvønn dag frá kl. 15.00 - 16.00 og 19.00 - 20.00. Frávik kunnu verða gjørd í serligum førum. Royking:
Fartelefonir: Blómur: Heitt verður á vitjandi um at virða vitjanartíðir og reglur.
|
|
Avvarðandi, ið skulu ringja til sjúklingar, kunnu ringja til
|
|
Vegleiðing í sambandi við andlát og jarðarferð
Við deyða og jarðarferð er so mangt, ið avvarðandi hava at hugsa um.
Hetta er ætlað sum ein leiðbeining til tað, ið er mest neyðugt at
fyrireika.
Í sambandi við andlát skulu avvarðandi seta seg í samband við
fyristøðukvinnuna, helst millum kl. 10-12, tel.
40 46 06.
Í vikuskiftinum skal ringjast til deild A, tel. 40 45 50, ella deild
M, 40 45 20.
Kista og líkverja
Vanliga bíleggur sjúkrahúsið kistu og líkverju. Fyristøðukvinnan
skal hava upplýsingar um navn og bústað hjá avvarðandi, ið skal
standa fyri og gjalda kistuna og líkverjuna. (Ávíst endurgjald fæst
frá Norðoya Sjúkrakassa). Vanliga verður lokið lagt á kistuna ein
tíma áðrenn farið verður úr kapellinum.
Bønarhald
Vanligt er, at bønarhald er í kapellinum á sjúkrahúsinum (hetta
avgera avvarðandi sjálvi). Í hesum sambandi avgera avvarðandi nær
bønarhaldið skal verða, og skulu tosa við prest ella talara, sum
skal tosa á bønarhaldinum. Saman avgera tit, nær bønarhaldið skal
verða, og boðað fyristøðukvinnuni frá hesum, og hvør sálma/songbók
skal nýtast.
Lýsingar
Ringja ella faxa inn og lýsa andlát í Útvarpi Føroya. Útvarp Føroya
hevur tel. 34 75 00.
Gravarar
Avtala skal gerast við gravarar tel. 226377. Gravarar skulu hava
boð, áðrenn jarðarferðin verður kunngjørd.
Líkbilur
Avvarðandi bíleggja sjálvi líkbil. Líkbilur í Klaksvík Hans Andrias
Johannesen, tel. 455225 og 226355.
Í kapellinum
Avtala skal gerast við 6 berarar av kistuni, við urguleikara og
møguligar sangarar.
Kirkja/samkomuhús
Avtala skal gerast við prest/talara, sum síðani vegleiðir tykkum.
Sangir til jarðarferðina
Avtala kann gerast við prentsmiðju skjótast tilber.
Børuprýði
Ynskja tit børuprýði, skulu tit sjálvi bíleggja tað.
Summardáin tel. 456193 ella Blómuhandilin Flora tel. 455115.
Fráboðan
Fyristøðukvinnan boðar myndugleikunum, presti og sýslumanni frá
andlátinum.
|